Eftir tvey ár í 1. deild, er AB aftur í fremstu røð - og fremst í meistaradeildini eftir fyrsta dystin.
Hendan vunnu argjamenn 2-0, tá B68 vitjaði. Dysturin skuldi upprunaliga spælast í gjár, men varð útsettur vegna veður.
AB byrjaði ógvuliga væl. Eftir deyðbóltsstøðu í 9. minutti fekk Obule Sunday Moses fatur á bóltinum á B68-brotsteigarmarkinum. Nýggi miðvallarin úr Nigeria spældi bandaspæl við argjamannin Gunnar Reynslág, og legði síðani bóltin væl út í longramálhorn: Eitt flott fyrsta mál í Meistaradeildini 2026.
2-0 málið var eisini vælspælt. Ein eyðsýndur Sjúrður Henriksen sneiddi ein B68-spælara av í vinstra borði og fann væl Ragnar Skála. Afturvendi argjmaðurin skuldi bert seta fótin á.
Hetta varð eisini endaliga úrslitið. B68 hevði onkrar vandastøður móti endanum men skapti annars ikki nógv. Dysturin gjørdist meira og meira óruddilgur, ,em líka løgdu argjafólk í: AB er aftur við einum sigri.
Á venjarabonkinum var tað toftamaðurin Øssur Hansen, sum vann á sínum fyrrverandi hjálparvenjara í júst B68. Aleksandar Jovevic.
![]()
Øssur Hansen aftur í bestu deildini - hesferð við AB. Fyri nøkrum árum síðani flutti hann upp og helt B68 uppi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hinir fýra dystirnir í umfarinum verða spældir í morgin
Sunnudagin 8. mars
07 Vestur – KÍ (15:00)
B36 – EB/Streymur (15:00)
NSÍ – Víkingur (15:00)
Skála – HB (17:15)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald