Fótbóltur

Adrian aftur á vikuliðnum

Føroyingurin er toppskjútti í næstbestu donsku deildini, har Hillerød er oddalið og leygardagin átti hann mál og upplegg í 2-1 sigri hjá Hillerød. Fyri tað fekk hann heiðurin sum besti áleypari í 14. umfari.

2025-10-28 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allar fyrigyklingar um at "føroyski hamarin" hjá Hillerød ikki fór at hugsavna seg heilt í seinastu tíðini í felagnum, og fór at gera minni mun, eru gjørdar til skammar.

Adrian Rúnason Justinussen hevur skorað í teimum trimum dystunum, sum hann hevur spælt fyri Hillerød, síðani skiftið til AC Horsens varð kunngjørt

Leygardagin gekk tað útyvir til Hobro: Adrian legði fyrst væl upp við hørðum frísparksinnleggi til fyrrverandi TB'aran, Rasmus Møller, og stutt fyri steðgin stútaði nummar 17 sjálvur bóltin í netið til 2-1.

Sí eisini: Adrian Justinussen avgjørdi aftur fyri fyri Hillerød

Hæddarpunkt frá sigrinum hjá Adriani og Hillerød í Hobro síggjast her (HOB - HIL) - Poul Kallsberg var ikki við vegna sjúku.

2-1 til Hillerød varð endaliga úrslitið. Harvið er Hillerød framvegis oddalið í næstbestu donsku deildini, og avrikið hevur fingið Adrian Justinussen á vikuliðið fyri 14. umfar.

Har hevur 27-ára gamli føroyingurin verið ofta í Hillerød-tíðini og fleiri ferðir í hesum kappingarárinum.

Liðið:

[object Object]
Adrian Justinussen hevur spælt sum fremst maður hjá Hillerød seinastu mongu dystirnar - tað riggar væl

[object Object](Mynd: 1. Division)

Adrian er eisini í uppskoti sum best spælari í umfarinum. Hann hevur fýra dystir eftir við Hillerød.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder