Fótbóltur

Adrian avgjørdi í fyrsta umfari - Meinhard og teir vunnu í undirtali móti AaB

Føroyingarnir í næstbestu donsku deildini fingu frálíka byjran uppá kappingárið í dag. Adrian Justinussen var dagsins maður og tryggjaði Hillerød øll trý stigini - niðurflytari úr Superliguni fekk einki burturúr í Kolding.

Adrian Rúnason Justinussen vann brotssparkið, sum Hillerød javnaði við. Seinni smekkaði hann sjálvur bóltin uppundir nettakið hjá Middelfart (Mynd: Hillerød Fodbold)

Adrian Rúnason Justinussen vann brotssparkið, sum Hillerød javnaði við. Seinni smekkaði hann sjálvur bóltin uppundir nettakið hjá Middelfart (Mynd: Hillerød Fodbold)

2025-07-19 16:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. umfar í næstbestu donsku deildini 2025/2026 er á skránni um vikuskifti. Báðir føroyingarnir, sum í løtuni eru í deildini, fingu eina frálíka byrjan seinnapartin.

Adrian Rúnason Justinussen og Hillerød tóku ímóti uppflytarunum úr Middelfart. Hetta kappingarárið spælir Hillerød nakað norðanfyri - í Helsingør. Føroyingafelagið fer ikki spælt í heimbýnum vegna ov vánaligar umstøður til deildina, sum nú eitur Betina deildin. Seinastu árini hevur Hillerød spælt sínar heimadystir í Farum.

Adrian fekk onkurt mál stutt fyri summarsteðgin, hann skoraði framúr fríspark móti FCK í venjingardysti í síðstu viku, og í dag avgjørdi 27-ára gamli føroyingurin fyrsta kappingardystin hjá liði sínum. 

Middelfart legði seg annars á odda longu í 12. minutti, men nakrar minuttir seinni varð Adrian sendur avstað. Fyrrverandi TB-málverjin Casper Radza kom heldur skeivt út, og hann feldi føroyingin, júst sum Adrian kom inn í brotsteigin. 

Monday Etim skoraði trygt úr ellivu metrum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Adrian Justinussen sjálvur. Føroyski vongurin fekk fatur á einum returbólti frá, Radza í høgru síðu av brotsteignum, tamdi bóltin væl og smekkaði hann uppundir nettakið úr rímiliga spískum vinkli.

[object Object]
Mynd: Hillerød Fodbold

Flott mál og flott byrjan hjá Adriani sum varð kosin dagsins spælari í Helsingør. Skjótt fær hann Poul Kallsberg sum liðfelaga.

[object Object]Mynd: Hillerød Fodbold

Næsti dystir hjá Hillerød verður spældur um eina viku, tá AaB vitjar. Í dag spældu uppflytararnir úr Aalborg í Kolding, men har fingu teir einki burturúr.

Meinhard Egilsson Olsen var undir skurð stutt fyri summarferiuna. Í dag var hann stinnur á vinstra vongbakki allar 90 minuttirnar, og Kolding koppaði favorittunum við 1-0 sigri. 

Heimaliðið hevði annars ein heldur keðiligan 1 hálvleik: Fyrst brendi Sterling Yateke brotsspark, og stutt fyri steðgin fekk íslendingurin Ari Leifsson beinleiðis reytt kort.

Tíggju minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, tá Yateke gjørdi skaðan góðan aftur og skorað tað, sum varð einsamalla málið í dystinum.

[object Object]
Myndi: Kolding IF

Ógvuliga góð byrjan hjá Meinhardi og teimum sum miðja eftir at flyta upp. Næsta uppgáva verður í Horsens fríggjakvøldið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder