Seks umfør resta nú í, í næstbestu donsku deildini, og eftir 4-1 sigurin á Esbjerg í gjár, er AC Horsens framvegis trý stig frá uppflyting.
Esbjerg legði seg annars á odda tíðliga í Horsens, men longu eftir 10 minuttir var 2-1; Kristian Kirkegaard skoraði tvey títt mál.
Fimm minuttir eftir steðgin eydnaðist tað so hjá Adriani Rúnason Justinussen at skora fyrsta fyrsta kappingarmál, síðani skiftið úr Hillerød til Horsens í januar.
Talan var um forloysandi - og gott mál - hjá føroyska landsliðsspælaranum. Bólturin stakk til Adrian, nummar 15 í gulum: Ein góð nerting og eitt skot í netið umvegis handara stólpan.
Adrian Justinussen er toppskjútti í Betina Liga við 11 málum. Hann hevur verið nakað darvaður av skaða, síðani hann kom til jútska felagið, ið satsar upp á Superliguna
Gamla felagið hjá Adriani hevur eisini trý stig upp til 2. plássið, sum gevur beinleiðis uppflyting.
Í gjár tapti Hillerød 3-1 á heimavølli fyri Lyngby, sum hevur beina kós upp í Superliguna. Poul Kallsberg kom inn, tá eitt korter var eftir - og fekk gult kort minuttin aftaná.
Kolding tapti í Hvidovre og fer ikki at flyta upp. Tað jaliga við føroyskum brillum er, at Meinhard Egilsson Olsen hevur spælt í tveimum teimum seinastu dystunum.
Landsliðsspælarin var undir skurði í knænum í februar - í gjár byrjaði Meinhard inni fyri fyrstu ferð í 2026 og spældi 1. hálvleik.
![]()
Meinhard Egilsson Olsen hevur staðið seg væl, síðani hann kom til Kolding tíðliga í 2025 (Mynd: Kolding IF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald