Fótbóltur

Adrian Justinussen avgjørdi aftur fyri Hillerød

Legði upp til fyrra málið og skoraði sjálvur tað seinna í 2-1 sigri í Hobro. Føroyingurin er toppskjútti í deildini, og Hillerød er oddalið. Meinhard Egilsson og Kolding vunnu í gjár.

Adrian Justinussen heldur fram at gera mun fyri Hillerød, eftir at skiftið til Horsens 1. januar er kunngjørt

Adrian Justinussen heldur fram at gera mun fyri Hillerød, eftir at skiftið til Horsens 1. januar er kunngjørt

2025-10-25 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var helst eingin ivi um, at Hillerød fer at sakna Adrian Rúnasson Justinussen. Sjón fyri søgn er fingin fyri hesum í dystunum, síðani skiftið til Hillerød, sum fer fram 1. januar, er kunngjørt. Hetta tí at Adrian hevur verið við í øllum málunum hjá Hillerød síðani.

Hann skoraði í javnleiki í síðstu viku, og í dag skoraði Adrian Justinussen sítt tíggjunda mál í 14 dystum hetta kappingarárið. Harvið er 27-ára gamli føroyingurin toppskjútti í næstbestu donsku deildini.

Málið varð avgerandi í Hobro. Tað var til 1-2 í 42. minutti, og tað komu ikki fleiri mál í dystinum.

Harvið er Hillerød framvegis oddalið í Betina-deildini

Málið hjá Adrian Justinussen var góður stútari eftir innlegg úr vinstru. Vongurin hevði sjálvur lagt upp til 1-0 málið longu í 2. minutti eftr hart og gott frísparksinnlegg úr vinstru.

Meinhard Egilsson Olsen og Kolding vunnu í gjár 1-0 á botnliðnum Middelfart, og er harvið væl við í tætta oddastríðnum

Lyngby, har Dan Brimsvík í løtuni er við í venjaratoyminum, taptu í dag dramatiskan dyst í Aalborg (3-2). Lyngby er nummar 3 - fýra stig frá Hillerød

Martin Agnarsson spældi 90 minuttir, tá Aarhus Fremad tapti 1-0 fyri Esbjerg á heimavølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder