
- Vit eru glað fyri at fáa álopskendu og dystaravgerandi dygdirnar til AC Horsens. Hann hevur víst sítt virði í hesari deildini og verður eitt týðandi vápn í okkara stríðið fyri uppflyting. Vit og okkara fjepparar fáa ein veruligan "matchvinnara".
Hetta sigur Esben Hansen við achorsens.dk
Ítróttarstjórin í AC Horsens er ein fegin maður hendan fríggjadagin, nú felagið kann kunngerða, at Adrian Justinussen skiftir út Hillerød við ársskiftið.
Tá gongur verandi sáttmálin hjá føroyska landsliðsspælaranum við Hillerød, sum hann skrivaði undir í januar 2024, út. Liðið á Norðursælandi hevur roynt at longt sáttmálan við sín mest vandamikla spælara seinastu smáu tvey árini, men tað hevur ikki eydnast.
Adrian Justinussen hevur sett nógvar bóltar í netið fyri Hillerød síða
Harvið hevur tað seinastu tíðina verið møguligt hjá øðrum feløgum frítt at gera sáttmála við føroyingin, sum hevur skorað 31 mál og lagt upp til sjey mál í 58 dystum fyri Hillerød.
Hetta hevur AC Horsens, sum er fíggjarliga væl betri fyri enn Hillerød, gjørt sær dælt av. Hetta kappingarárið hevur 27-ára gamli føroyski vongurin/áleyparin skorað 7 mál og harvið víst sítt skerpni.
Vandamikli føroyingurin skal royna at hjálpa Horsens upp í Superliguna
AC Horsens avdúkar, at Adrian Rúnason Justinussen hevur skrivað undir ein sáttmála, sum er galdandi til summarið 2028.
Ætlanin hjá Horsens er at flyta upp aftur í Superliguni. Hetta skal Adrian, sum annars skoraði tvey mál móti júst Horsens síðsta vikuskifti, royna at hjálpa Horsens við.
Hillerød er í løtuni á øðrum uppflytingarplássinum, meðan Horsens er tvey stig aftanfyri.
Í AC Horsens verður Adrian Rúnason Justinussen aftur liðfelagi við Sebastian Pingel. Venjari hansara verður navnframi David Nielsen.
Hallur Hansson hevur áður verið liðformaður hjá AC Horsens. Adrian Justinussen hevur framvegis sjey dystir eftir við Hillerød.
Dagført: 11.54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald