Fótbóltur

Adrian Justinussen skoraði í fyrsta Superliga-dysti sínum

Trygga brotssparkið stutt fyri steðgin tryggjaði AC Horsens javnleik móti FC Nordsjælland. Føroyingurin var fremsti maður hjá Horsens meginpartin av dystinum - sí hæddarpunktini her.

Adrian Justinussen í fyrstu roydini í fremstu donsku deildini. Tað eydnaðist væl hjá honum og Horsens (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

Adrian Justinussen í fyrstu roydini í fremstu donsku deildini. Tað eydnaðist væl hjá honum og Horsens (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

2026-07-26 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Adrian Rúnason Justinussen og AC Horsens fluttu í vár upp í Superliguna, og í dag var FC Nordsjælland á vitjan í 1. umfari.

Har endaði 1-1. Nicklas Røjkjær legði útiliðið á odda í 33. minutti, men tíggju minuttir seinni fekk AC Horsens brotsspark. Hetta varð dømt við VAR, sum TV3 Sport hevur hæddarpunkt av 

Tað tók Adrian Justinussen sær av, og 28-ára gamli føroyingurin skoraði trygt til 1-1. Talan var um hart skot við sterka høgra beininum.

Sí brotssparkið og hæddarpunktini her

[object Object]Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix

Harvið eitt serstakt mál hjá Adriani, sum hevur spælt í donskum fótbólt í tvey og eitt hálvt ár - og nú spælt og skorað í Superliguni.

Landsliðsspælarin var fremsti maður í 78 minuttir í dag, áðrenn hann var útskiftur. Í 2. hálvleiki snúði tað seg í stóran mun um at verja hjá Adriani Justinussen og teimum, tí favorittarnir úr Nordsjælland søktu nógv at og royndu at avgerða.

Nummar 15 hjá Horsens megnaði í nøkrum førum at varðveita bóltin, vinna fríspørk og fáa mótálop í gongd. Ein góð byrjan í fremstu røð í Danmark hjá teknist sterka føroyinginum.

Adrian Justinussen og Horsens spæla á útvivølli móti silvurvinnarunum FC Midtjylland um eina viku, sunnudagin 2. august.

Sí eisini: Danska superligan aftur farin á rull

Les eisini: Ari Olsen skoraði tá Vendsyssel vendi dystinum í Hvidovre

FC Nordsjælland skal hósdagin royna at spæla seg víðari í Conference League móti Simon Jørgensen og teimum. Toppskjúttin í føroysku meistaradeildini, sum fyri stuttum varð seldur til svenska GAIS, byrjaði í dag inni í Allsvenskan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder