Fótbóltur

Adrian skoraði hattrikk fyri Hillerød - Andrass og Meinhard skoraðu eisini í steypakappingini

Tað var sum heild eitt gott føroyskt kvøld í donsku steypakappingini í gjár. Føroyingar úr næstbestu deildini skoraðu í sigrum á liðum úr væl lægru deildini - Hørður Askham og teir komu eisini víðari, meðan Fremad Amager tapti eftir longda leiktíð.

Adrian Justinussen gjørdi reint hattrikk í fyrra hálvleiki í Fælledparkini (Mynd: Hillerød Fodbold)

Adrian Justinussen gjørdi reint hattrikk í fyrra hálvleiki í Fælledparkini (Mynd: Hillerød Fodbold)

2025-08-06 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm føroyingalið spældu í gjár í 1/64-finalunum, og fýra teirra komu víðari sum stórfavorittar.

Tað eydnaðist eisini hjá tveimum føroyingum at skora fyri lið, sum vanliga spæla í næstbestu deildini: 

Adrian Rúnason Justinussen gjørdi hattrikk fyri Hillerød í 5-0 sigrinum móti BK Viktoria í Fælledparken. Liðið spælir í somu deild sum besta liðið hjá ÍF Føroyum - ein av bólkunum í Serie1. Føroyingurin hjá Hillerød gjørdi bart: Adrian skoraði trý tey fyrstu málini og reint hattrikk.

Kolding IF vann eisini trygt á liðið úr væl lægri deild. Meinhard Egilsson Olsen kom inn í 2. hálvleiki móti Odense KFUM, og skoraði føroyingurin eitt av málunum í 4-0 sigrinum. Meinhard var eisini liðformaður eina løtu í gjár.

[object Object]

[object Object]
Meinhard skoraði við liðskiparabandinum í steypakappingini (Myndir: Kolding IF)

Andrass Johansen skoraði eisini. Miðvallarin legði longu Fremad Amager á odda tí 9. minutti í Ishøj, men har vann heimaliðið 2-1 eftir longda leiktíð.

Andrass sær tó út til at fáa størri álit hetta kappingarárið. Ishøj og Fremad eru bæði í triðbestu, og hittast tey longu aftur í landskappingini fríggjakvøldið.

[object Object]
Andrass Johansen skoraði fyri Fremad Amager, men tað var ikki nóg mikið til at koma víðari í steypakappingini (Mynd: Fremad Amager)

Hørður Askham er í somu deild sum Andrass. Føroyingurin fekk reytt kort í 1. umfari í landskappingini síðsta vikuskifti, men Hørður kundi tó spæla við í steypadystinum í Kastrup í gjár. Miðverjin var við at halda málið reint í 2-0 sigri hjá favorittunum úr Roskilde.

Martin Agnarsson varð spardur, tá Aarhus Fremad vann 3-0 í Hjørring móti Skibsby-Højene IF. Martin og lið hansara taka leygardagin ímóti Adrian Justinussen og Hillerød í 4. umfari í næstbestu deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder