Fótbóltur

Adrian skoraði í góðum Hillerød-sigri

Føroyingurin javnaði við góðum stútara móti Lyngby. Seinni avgjørdi Hillerød dystin og blandar seg nú í oddastríðið. Poul Kallsberg er eisini komin í gongd í felagnum.

Adrian Rúnason Justinussen er í góðum málformi frá byrjan eftir summarsteðgin (Savnsmynd: Andrei Antal)

Adrian Rúnason Justinussen er í góðum málformi frá byrjan eftir summarsteðgin (Savnsmynd: Andrei Antal)

2025-08-19 21:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tvey tap á rað, vann Hillerød í kvøld heldur óvæntaðan sigur í 6. umfari í næstbestu donsku deildini. 

Adrian Rúnason Justinussen, Poul Kallsberg og hinir vitjaðu í Lyngby. Har komu niðurflytarnir úr Superliguni skjótt frammum, men í 28. minutt javnaði Adrian.

Hetta var eftir væl spælt álop, sum endaði við at føroyingurin við aftaru stong leyp væl upp frá, og stútaði boltin hart og væl eftir innlegg.

27-ára gamli vongurin spældi í dag í høgru, og hetta var triðja mál hansara í seks dystum í kappingarárinum.

Hillerød avgjørdi dystin eftir 77 minuttir, næstan beint eftir at Lyngby fekk beinleiðis reytt kort.

Síðani kom Poul Kallsberg inn fyri Adrian Justinussen. Hann fekk eina føroyska heilsan á vegnum, fekk stutt seinni gult kort, men Poul var síðani við at hála sigurin heim í norðursælendsku grannauppgerðini.

Poul Kallsberg spældi eisini seinastu løtuna í tapi leygardagin, og harvið hevur hann spælt í fimm dystum seinastu tólv dagarnar.

[object Object]
Poul Kallsberg í Conference League-dysti í Belfast fyri Víking hóskvøldið. Sìðani hevur strandingurin spælt tvær ferðir - fyri Hillerød (Mynd: Sverri Egholm)

Hillerød er í løtuni á 4. plássi við 10 stigum - tvey stig frá Esbjerg á 1. plássinum.

[object Object]
Støðan í næstbestu donsku deildini - Meinhard Egilsson og Kolding hanga eisini í

Sí eisini: Meinhard skoraði og kom á vikuliðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder