Fótbóltur

Adrian skoraði tvey mál - Árni var dagsins spælari

Eitt gott kvøld hjá fleiri føroyingum í donsku steypakappingini. Adrian Justinussen varð avgerandi fyri Horsens móti lægri liðið, og Árni Nóa Atlason stóð sterkur í myndini móti Superliga-liði. Klokkan 17.30 spælir Vejle móti Brøndby. Dysturin sæst á Viaplay - men Gunnar Vatnhamar er ivasamur.

Árni Nóa Atlason fekk heiður - og gávukort til matstovuna Bones - eftir dystin móti Randers, sum pápi hansara spældi við sum ungur (Mynd: Vendsyssel FF)

Árni Nóa Atlason fekk heiður - og gávukort til matstovuna Bones - eftir dystin móti Randers, sum pápi hansara spældi við sum ungur (Mynd: Vendsyssel FF)

2026-09-17 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið spældu sjey feløg seg í áttandapartsfinalurnar í donsku steypakappingini hjá monnum.

Við einum teirra spælir ein føroyskur landsliðsspælari, og hann fekk høvuðsleiklut í sigrinum hjá Horsens.

Tað vóru ikki farin fleiri enn 30 sekund, áðrenn Adrian Rúnason Justinussen hevði sett bóltin í netið fyri útiliðið. AC Horsens økti, tá tíggju minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki, men eftir steðgin svaraði Næsby úr fjórðbestu deildini aftur.

Tað var 1-2 miðskeiðis í 2. hálvleiki í Odense, tá føroyski landsliðsspælarin aftur sló til. Harvið skoraði Adrian tvey mál í tí, sum varð 3-2 sigur hjá Superligufelagnum.

[object Object]
Her sæst Adrian í Parkini fríggjakvøldið, har føroyski landsliðsáleyparin spældi 2. hálvleik. Í gjár var mótstøðan ikki eins hørð - men føroyingurin gjørdi sítt (Mynd:Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

Superliga-felag var á vitjan hjá Vendsyssel, sum til dagliga spælir í næstbestu donsku deildini. Bæði Ari Olsen og Árni Nóa Atlason, sum skiftu til Vendsyssel úr Víkingi, byrjaðu inni.

Og 1. hálvleikur móti Randers var góður. Liðið úr 1. division var á odda í steðginum við máli í 8. minutti. Í 2. hálvleiki vístu gestirnir tó styrki og vunnu 3-1.

Ari Olsen, sum framdi frísparki í sambandi við 1-1 málið, spældi 75 minuttir og Árni Nóa Atlason 82 minuttir. Avrikið hjá unga gøtumanninum á verjukenda miðvøllinum var so mikið gott, at hann varð kosin besti maður hjá Vendyssel.

Pápi Árna, Atli Gregersen, spældi við júst Randers FC sum ungur spælari í Danmark. 

Í kvøld klokkan 17.30 tekur Vejle, møguliga við Gunnari Vatnhamar í miðverjuni, móti Brøndby. Royndi leirvíkingurin hevur tó verið nakað darvaður av tjúkkanum í seinastuni. Dysturin sæst á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder