
Hillerød Fodbold hevur tryggjað sær fyrsta plássið í niðara endaspælinum í næstbestu donsku deildini. Hetta gevur eina ávísa peningaupphædd.
Í gjár vann liðið 5-2 á B93 í triðseinasta umfari. Adrian Rúnason Justinussen hevur ikki verið við í serliga nógvum málum í 2015, men 26-ára gamli føroyingurin skoraði tvey mál í mál í Farum.
Eitt var til 2-0 í 12. minutti, og eitt var til 4-2 miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Adrian spældi tó ikki allan dystin: Tveir minuttir eftir sítt annað mál, fekk landsliðsspælarin eitt heldur óneyðugt seinna gula kort.
Daniel Johansen, sum var á mánaðarliðnum í apríl, spældi fullan dyst.
Um eina viku spælir Hillerød í Roskilde. Roskilde fer at flyta niður - Hørður Askham er aftur í hópinum hjá liðnum eftir drúgvan knæskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald