Fótbóltur

AGF og FCK vitja: Føroyingar hava stórar steypauppgávur í dag

Adrian Justinussen og Poul Kallsberg taka klokkan 14 móti oddaliðnum í Superliguni, og klokkan 16.45 vitjar FCK í Lyngby, sum hevur Dan Brimsvík sum fyribils venjara. Dystirnir síggjast á Viaplay. Martin Agnarsson og Mattias Lamhauge spæla eisini í dag.

Kann Adrian Justinussen smekka bóltin í netið móti oddaliðnum í Superliguni? Hillerød spælir seinnapartin móti AGF - í heimbýnum (Mynd: Hillerød Fodbold)

Kann Adrian Justinussen smekka bóltin í netið móti oddaliðnum í Superliguni? Hillerød spælir seinnapartin móti AGF - í heimbýnum (Mynd: Hillerød Fodbold)

2025-09-24 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrar av 1/16-finalunum í Oddset Pokalen verða spældar í dag, og nógvir føroyingar skulu í eldin.

14.00: Hillerød Fodbold - AGF
Adrian Rúnason Justinussen og Poul Kallsberg

AGF er í løtuni oddalið í Superliguni, so Hillerød, ið stríðist fyri at koma upp í Superliguna, hevur eina stóra uppgávu seinnapartin. Tað er eisini spennandi fyri álopskendu føroyingarnir, ið kunnu vísa seg fram. Ein fyrimunur fyri Hillerød Fodbold er, at dysturin verður spældur í Hillerød. Annars hevur liðið seinastu árini havt heimavøll aðrastaðni í Norðursælandi vegna vantandi umstøður í heimbýi felagsins.

Dysturin sæst á Viaplay (Viaplay Sport News)

15.00: Aarhus Fremad - Hobro 
Martin Agnarsson

Aarhus Fremad og føroyski vinstribakkin á liðnum eru í einari góðari gongd. Fimm sigrar á rað og sjey dystir uttan tap í øllum kappingum. Martin Agnarsson er fastur á vinstra bakki. Í dag spælir Fremad móti Hobro, sum eisini vanliga sæst í næstbestu deildini.

Dysturin sæst tíverri ikki í sjónvarpi/á stroyming

16.45: Lyngby BK - FCK
Dan Brimsvík

Dan Brimsvík er í løtuni í venjaratoyminum hjá Lyngby, sum við tveimum sigrum á rað undir fyribils toyminum, hevur lagt seg á odda í næstbestu deildini. Nú fáa Dan og teir eina risa uppgávu: FCK, sum í síðstu viku spældu Champions League-dyst. Føroyski venjarin er og verður verandi í starvi í Lyngby - tað er óvist, hvussu leingi hann verður kring besta liðið, men hesin steypadysturin kann verða stuttligur at taka við.

Dysturin sæst á Viaplay

18.00: Thisted FC - FC Frederica

Føroyski landsliðsmálverjin sær út til at hava fyribils vunnið plássið í Frederica. Tættasti kappingarneytin Etienne Green hevur leikbann til í kvøld - fekk reytt kort í seinasta steypaumfari - so nógv bendir á, at Mattias Lamhauge aftur spælir í kvøld, tá Fredericia er á vitjan í Norðurjútlandi. Thisted, sum áður hevur havt millum annað Daniel Johansen og Heina Sørensen í hópinum, er í triðbestu deildini, so Superliga-liðið er stórfavorittur.

Dysturin sæst tíverri ikki í sjónvarpi/á stroyming

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder