Einki heiðursmerki og sum nú er einki Evropa næsta ár.
AIK og Mikkjal Thomassen byrjaðu 2025 ógvuliga væl og vóru nummar eitt í eina tíð, men tap í oddadysti í summar og tað at verða útsligið í 3. umfari í Conference League gjørdi helst nakað við AIK-liðið.
Søgur hava verið frammi í svenskum miðlum um, at ávís ónøgd er við føroyska venjaran, sum í fjør leiddi liðið til 3. plássið og Evropa, í AIK-hópinum.
Les meira: AIK skal helst vinna steypakappingina fyri at røkka evropeiskum plássi
Eftir heimaósigurin fyri Halmstad í seinasta umfari seinnapartin, fekk AIK-liðið "buh-róp" á veg av vøllinum. Tað er avgjørt ein ávís ónøgd við spælararnar, og "Avgå Mikkjal" hoyrdist eisini millum summi á Strawberry-leikvøllinum.
Eitt metstórt tal av áskoðarum til ein dyst í Allsvenskan - beint yvir 30.000 - vóru til staðar, tá AIK tapti 2-0 og reyk niður á 7. plássi.
Um tað hevði eyndast at vunnið, so hevði liðið hjá Mikkjali Thomassen enda á 4. plássi í Allsvenskan. Tað hevði verið nóg mikið til eitt evropeiskt pláss næsta summar, um so steypavinnarin verður eitt topp-trý lið (eins og í Føroyum)
Steypakappingin í Svøríki koyrir frá sumri til vár, og í mai 2026 verður greitt, um AIK kemur í Evropa. Steypagull er kravið til hetta
Ætlar sær ikki sjálvur avstað
Trýstið í AIK er stórt. Svenska stórfelagið hevur stolta søgu, og í kring felagið vil man í minsta lagi kappast um meistareheitið hvørt ár.
Áskoðararnir leggja eisini eitt stórt trýst, og Mikkjal Thomassen segði á tíðindafundi eftir dystin í dag, at hann skilur ónøgdina og er sjálvur vónsvikin yvir seinastu tíðina.
- Tað hevur ikki verið nóg gott móti endanum av kappingarárinum, og vit burdu staðið okkum betri. Tað eru altíð høg krøv í AIK. Tá tað gongur ímóti koma krøv frá áskoðarunum við ymiskum væntanum.
Mikkjal Thomassen sýtir tó fyri, at hann sjálvur fer at siga starvið í svenska høvuðsstaðarfelagnum frá sær:
- Eg eri her fyri at arbeiða fyri AIK. So leingi felagð vil hava meg, eri eg her - hatta er mítt heilhjartaða "commitment", staðfesti føroyingurin fyri svensku miðlunum og segði hann seg ikki stúra fyri egnari støðu: - Hetta er upp til leiðsluna at taka støðu til
AIK er eitt felag, sum skiftir venjara lutfalsliga ofta. Mikkjal Thomassen kom til á sumri 2024, tá tað stóð heldur illa til í svenska felagnum. Hann fekk liðið upp á 3. pláss við frálíkari gongd eftir summarsteðgin og varð eisini tilnevndur til ársins venjara í Svøríki.
Søgur hava gingið um eitt venjaraskifti, og at Mikkjal Thomassen hevur aðrar møguleikar. Men partarnir hava sáttmála til endan av 2026.
![]()
Mikkjal Thomassen - her til tíðindafund sum KÍ-venjari. Á tíðindafundi í Solna seinnapartin svaraði hann uppá nakrar spurningar um framtíð sína (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald