
Áki Samuelsen skifti úr HB í vetur, tá Ranheim keypti hann. 21-ára gamli føroyski vongurin hevur veruliga fingið fótin fyri seg í næstbestu norsku deildini. Hann byrjar inni í hvørjum dysti og hevur trý málstig (mál + upplegg) í seinastu fýra dystunum.
Tað gongur eisini væl hjá Ranheim nú. Byrjanin var tung: Trý tap og ein javnleikur í teimum fyrstu fýra dystunum. Nú hevur liðið úr Trondheim tó vunnið tríggjar á rað.
Tann fyrsti av hesum var í steypakappingini, har Áki tíðliga í 2. hálvleiki skoraði til 2-0 í 2-1 sigri.
Júst soleiðis var í gjár, tá eitt av ovaru liðunum í OBOS-deildini vitjaði. Havnarmaðurin átti seinasta fótin á gott Ranheim-álop, og tað endaði við trimum stigum móti Kongsvinger. Hetta felagið hevur Julian Johnsson fyrr spælt fyri.
Sí málið hjá Áka á 2.50 í videobrotinum ovast ella HER. Ein skotroynd hjá føroyinginum við 10-talinum á rygginum sæst eisini.
Týðandi sigur hjá Ranheim, sum nú hevur seks stig fyri seks umfør. Næsta uppgáva er Egersund á heimavølli mikukvøldið.
Egersund er eitt fyrrverandi felag hjá Patriki Johannesen. Tað var í 2021, tá liðið var í triðbestu deildini. Har spælir Sandnes Ulf nú. Gullbrandur í Horni Øregaard, sum seinastu árini hevur spælt fyri føroyska U21-landsliðið er liðformaður hjá Sandnes.
Gullbrandur legði teir á odda móti Træff í gjár. Hann legði Sandnes á odda í 90. minutti, men liðið hjá Vegard Forren javnaði í 94. minutti. Gullbrandur Øregard og Sandnes er miðskeiðis á stigatalvuni í sínum bólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald