Fótbóltur

Áki Samuelsen avgjørdi aftur við brotssparki í yvirtíðini

U21-liðformaðurin var við í øllum fýra málunum hjá Ranheim, sum vann 4-3 á Egersunds - sí málini her. Áki er ein av vandamiklastu spælarunum í næstbestu norsku deildini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-16 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann átti frísparkið, sum endaði við 1-1 málinum og eisini frisparksinnleggið, sum Ranheim fekk javnað til 3-3 við.

2-2 málið legði Áki Samuelsen beinleiðis upp til við góðum hornasparki.

Í 96. minutti sendir 21-ára gamli føroyingurin bóltin inn í brotsteign hjá Egersunds, har málverjin kom illa út og gjørdi brotsspark. Tað skuldi føroyski vinstri vongurin taka sær av, og eins og í yvirtíðini í U21-landsdystinum móti Estlandi fyri níggju døgum síðani, var 10'arin ísakaldur.

Sí eisini: (Video) Her tryggjar Áki Føroyum sigurin 

Hæddarpunktini frá Ranheim - Egersunds 4-3 síggjast omanfyri ella HER

Ranheim var aftanfyri tríggjar ferðir í Trondheim í gjár, men svaraði hvørja ferð aftur móti gamla felagnum hjá Patriki Johannesen (spældi har í 2021)

Sigurin merkir, at liðið hjá Áka er á 6. plássið í OBOS-deildini við 16 stigum fyri 10 dystir.

Áki Samuelsen er nummar fimm á toppskjúttalistanum við fimm málum, og er ungi føroyingurin millum teir við flest uppleggum (3).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder