Hann var týðandi partur av HB-liðunum, sum vunnu Løgmanssteypið í 2023 og 2024.
Nú, nakrar mánaðar eftir skifti til Sørvíkis, er Áki Samuelsen svenskur steypavinnari. Hetta sum fyrsti føroyski spælarin higartil.
Søguligur sigur fyri Áka og felag sítt. Mjällby AIF vann svenska meistaraheitið í fjør og er nú steypavinnari fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
Hetta kom í hús við 2-1 á Hammarby í dag, har øll málini komu fyri steðgin.
22-ára gamli føroyski vongurin, sum svensku meistararnir keyptu úr Ranheim í vetur, kom inní 63. minutti og var við at halda fast í 2-1 leiðsluni.
![]()
Áki Samuelsen í gulum - og nú við gulli
U21-landsliðsliðskiparin hevur verið partur av bólkaspælinum, fjórðingsfinalu, hálvfinalu og nú finalu.
Portalurin ynskir Áka Samuelsen tilukku við svenska steypagullinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald