Fótbóltur

Allan Drost gevst í KÍ

Føroyameistararnir skulu hava ein nýggjan venjara - danin hevði annars sáttmála fyri 2026 eisini men fer úr felagnum av persónligum orsøkum.

Royndi danski venjarin fegnast eftir seinasta bríksl í seinasta umfari. Allan Drost gjørdist ársins venjari í fremstu kvinnudeildini, men er nú farin (Mynd: Sverri Egholm)

Royndi danski venjarin fegnast eftir seinasta bríksl í seinasta umfari. Allan Drost gjørdist ársins venjari í fremstu kvinnudeildini, men er nú farin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-13 18:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Av persónligum orsøkum er Allan Drost givin í felagnum.

Hesum boðar KÍ frá á heimasíðu sínari.

Fyri einum ári síðani kom royndi danin Allan Drost til KÍ. Har hevur hann verið høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum og eisini venjari hjá næstbesta liðnum.

Tað fyrra hevur gingið betri enn tað seinna - 1.deild á manssíðuni flutti niður.

Sí eisini: Kí er flutt niður í triðbestu deildina

KÍ-kvinnurnar vunnu gamaní ikki greipuna, sum málið hjá Allan Drost var, tí HB vann steypafinaluna. Men FM-steypið varð vunnið aftur til Klaksvíkar eftir eitt ár við Løkin.

KÍ gjørdist sterkari gjøgnum árið í landskappingini og endaði við 59 stigum og 24. FM-heitinum. 

[object Object]

[object Object]
KÍ-spælarar og toymi fegnast - og Allan Drost fær ein lufttúr (Myndir: Sverri Egholm)

Allan Drost varð kosin ársins venjari hjá kvinnum. Hann hevði eitt ár afturat sáttmálanum í Klaksvík, men nú er Allan Drost farin aftur til Danmark. Talan er um eina avgerðu, sum er tikin i sátt og semju.

- Eg eri ómetaliga takksamur fyri ta hjartaligu móttøkuna og tann kærleika, eg havi møtt her í Klaksvík. At fáa loyvi til at uppliva tann serliga felagsskapin, sum eyðkennir føroysku mentanina, hevur gjørt djúpt inntrykk, og fer tað heilt víst at inspirera meg víðari! Tað er torført at siga farvæl til nakað, sum hevur havt so stóra meining – serliga til eitt gott samstarv við starvsfólk, sjálvboðin og framúr góðar leikarar sigur Allan. 

Arbeiðið við at finna nýggjan venjara til besta kvinnuliðið er í gongd, sigur Tummas Lervig við ki.fo. Hópurin venur árið út undir leiðslu av Rannvá B. Andreasen og Rúnu Bjartalíð, sum hava verið hjálparvenjarar í ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder