
Eins og í finalu nummar tvey, var munurin bert eitt mál, tá Fram og Valur í gjárkvøldið brustu saman á Hlíðarenda í Reykjavík.
Tað endaði 27-28, og harvið endaði kappingarárið hjá Vali við vónbroti.
Tað er best av fimm - ella fyrst upp í trý - í íslendsku finalunum. Fram kom upp á trý í gjár.
Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg hava stríðst fyri tíð, men uppruna StÍF'arnir endaðu við silvurheiðursmerkjum.
Júst Bjarni javnaði til 27-27 í seinasta minutti við sínum triðja máli, men Fram svaraði aftur.
Liðið hjá Einari Jónsson vann eisini steypafinaluna - hetta móti Jóannesi Bjørgvin og Stjarnuni. Fram, við fyrrverandi H71-venjaranum, er harvið greipuvinnari.
Einar Jónsson í tíðini sum H71-venjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Kvinnurnar hjá Vali, við Silju Arngrímsdóttir Müller, kunnu framvegis gerast íslandsmeistarar. Tær vunnu fyrsta finaludystin móti Haukum týskvøldið og spæla á Hafnafjørðinum klokkan 20.30 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald