Fýra dystir í fremstu mansdeildini eru spældir í dag. Tann fimti, sum skuldi verða millum HB og B68 á Svangaskarði, varð ikki spældir vegna veður.
Hoyr venjararnir seta orð á hetta: Jovevic og André: Dómarin tók einsamallur avgerðina um at avlýsa B68 - HB á Svangaskarði
Støða er tikin um, at seinasti dysturin í 11. umfari verður spældur í morgin, týsdagin 26. mai, klokkan 18.30.
Í øllum teimum avgreiddu dystunum í dag var munurin bert eitt mál, tá samanum kom: Liðini í topp-fýra vunnu, men mótstøðuliðini vístu tenn og gjørdu tað stríggið.
KÍ og Víkingur vóru annars á odda 2-0 á heimavølli móti uppflytarunum - í Sarpugerði var tað aftur serliga Aron Benjaminsen, sum skein - men AB og Skála vístu góðan hugburð og fingu spenning í aftur seinastu løtuna, samstundis sum heimaliðini ikki avrikaði á sama stigi. Í Klaksvík var millum annað brotssparksdrama og reytt kort. Tó vóru heimasigrarnir í landnyrðingspartinum av landinum samanlagt uppibornir_ Víkingur í løtuni á rímiliga tryggum 4. plássi, meðan KÍ hongur í B68 og NSÍ.
![]()
Aftur í dag hevði Aron Benjaminsen fleiri málstig (mál + upplegg) - her á Argjum fyri viku síðani, har hann skoraði eitt og legði upp til tvey mál fyri Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ skoraði stutt eftir steðgin í Streymnesi við deyðbólti, og í Gundadali skoraði Tobias Hansen beint fyri steðgin. Hetta vóru einastu málini í hesum dystunum, og harvið er NSÍ framvegis oddalið við B36 beint í hølunum. B36 er framvegis ósigrað, og NSÍ er komið á vinnarakós aftur eftir tapið fyri kappingarneytunum í Gundadali fyrst í mánaðinum.
Meistaradeildin menn, 11. umfar
25. mai
KÍ - AB 2-1 (2-0)
34' Deni Pavlovic 1-0
42' Jákup Biskopstø Andreasen (Filip Brattbakk) 2-0
80' Bjarki Nielsen, br. 2-1
Reytt kort: Jean Carlos De Brito, KÍ (seinna gula í 83' minutti)
Meira um dystin sæst her
Viðmerkjarin hjá FM1: AB kann halda høvdið høgt - KÍ avrikar ikki nóg væl enn
Víkingur - Skála 2-1 (2-0)
14' Aron Benjaminsen (Jørgen Nielsen) 1-0
22' Arnbjørn Svensson (Aron Benjaminsen) 2-0
74' Simon Jørgensen 2-1
EB/Streymur - NSÍ 0-1 (0-0)
55' Petur Knudsen (Jann Julin Benjaminsen) 0-1
B68 - 07 Vestur 1-0 (1-0)
44' Boubacar Sidik Dabo (Tobias Hansen) 1-0
Meira um dystin sæst her
Fleiri samrøður á fm1.fo
B68 - HB: Útsettur til í morgin, týsdagin, klokkan 18.30
Hoyr venjararnir seta orð á avgerðina um ikki at spæla í dag: Jovevic og André: Dómarin tók einsamallur avgerðina um at avlýsa B68 - HB á Svangaskarði
Støðan í løtuni:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald