
4-0 í Føroyum var ikki nóg mikið fyri NSÍ til at skriva meira søgu. Fabian Ness var fekk reytt kort longu eftir eitt korter - ein útvísing sum sá heldur bílig út.
Síðani skapti NSÍ ikki nakra líkinda støðu á hinari hálvuni, fyrrenn støðan var 5-0 til HJK.
NSÍ so at siga bara vardi á Bolt leikvøllinum. Í unditali var tað sum ein 6-3-0 í fleiri førum. Klæmint Andrasson Olsen var sum ein miðvallari.
Í fyrra hálvleiki gekst fínt at verja - HJK skoraði eitt mál stutt eftir útvísingina, og tað var eitt frálíkt langskot.
Les meira um fyrra hálvleik her: NSÍ í undirtali og undir stórum trýsti í Helsinki
Tíðliga í 2. hálvleiki økti HJK. Hetta var uppá hornaspark, og tað var ógvuliga tilvildarligt: Ein annars lítið vandamikil stútari rakti ein NSÍ'ara í vegin, og so var 2-0.
Síðani helt NSÍ í 25 minuttir. So helt Kristian Joensen ikki skotinum hjá Santeri Hostikka: Málmansdropp og 3-0.
Harvið var eitt øðiligt trýst á teimum í gulum og svørtum. HJK hevði sum heild nógv skot men ikki so nógvar heilt stórar málmøguleikar. Tað sá eisini út til at fara at bera á mál hjá NSÍ við 4-3 samanlagt, men í yvirtíðini var ikki nóg nógv trýst á bólthaldara í vinstru, og mitt fyri málið dekkaðu teir hjá NSÍ ikki nóg væl upp. Antzoulas var hægstur, og verjuspælarin sendi uppgerðina í longda leiktíð.
Tá hevði NSÍ staðið og vart í 75 minuttir. Beinanvegin í longdari leiktíð gekk galið: Eitt flott fríspark frá Hostikka, Kristian fekk hondina á, men bólturin fór upp í málhornið og so var 5-0.
Sìðani skuldi NSÍ leypa á við tíggju monnum. Har komu nakrar støður, men HJK var eisini nær við 6-0 móti endanum. Sum heild eitt stórt føroyskt vónbrot - hóast undirtalsstøðu.
UEFA Conference League - 1. umfar
Seinni dysturin, hósdagin 17. juli
HJK - NSÍ 5-0 (4-0 eftir vanliga leiktíð) 5-4 samanlagt
19' Lucas Lingman 1-0
53' Alexander Ring 2-0
79' Santeri Hostikka 3-0
90 (+4)' Giorgos Antzoulas 4-0
93 (longd leiktíð)' Santeri Hostikka 5-0
Reytt kort: Fabian Ness (15') - beinleiðis reytt kort
NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen
Hesir komu inn: Henrik Olav Holten Olsen, Hassou Diaby og Beinir Nolsøe
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald