Eftir dramatisku sigrarnir hjá Onglandi og serliga Belgia, varð HM-pallurin tíðliga í nátt latin USA og Bosnia-Hersegovina, sum hittust í San Francisco-økinum.
Sólin skein í Santa Clara, har USA livdi upp til favorittleiklutin. Heimaliðið setti seg skjótt á dystin, hóast tað gekk heldur striltið at skapa stóru møguleikarnar.
Beint fyri steðgin bragdaði tó, tá ágangandi liðið hjá Mauricio Pochettino vann bóltin í bosnisna uppspælinum. Bólturin kom fram til Folarin Balogun, sum skoraði sítt triðja mál í í endaspælinum. Skotið rakti beinið á verjuspælara og snýtti málverjan: Stórur fagnaður í Santa Clara.
Talan gjørdist tó um ein blandaðan dyst hjá Balogun. Tí eftir heldur óhepna takkling eftir stóran tíma, varð áleyparin hjá USA rikin av vølli.
![]()
Dysturin tók eina vend, tá Folarin Balogun stemplaði bosniskan verjuspælara, og vandamikli áleyparin hjá Monaco skal sita uttanfyri í 1/8-finaluni (Mynd: Michael Steele/AFP/Ritzau Scanpix)
Harvið broyttust fyritreytirnar í dystinum, men USA stóð ímóti, Bosnia vantaði bit, og í 82' minutti setti eyðsýndi Malik Tillman dystin. Eins og Balougun er hann uppvaksin í Evropa (Týsklandi), men í nátt góvu hesir og hinir í reyðum og hvítum fjøldini størri fótbóltsgleði.
Hetta var fyrstu ferð síðani 2002, at USA vann ein røkkstøkkdyst (knock-out) í HM-endaspælið, og týsnáttina føroyska tíð bíðar Belgia í Seattle.
HM-røkkstøkkdystir:
Hósdagin 2. juli
USA - Bosnia-Herzegovina 2-0 (1-0)
45' Folarin Balogun 1-0
82' Malik Tillman 2-0
20.00: Spania - Eysturríki (Los Angeles, USA)
Mikudagin 1. juli
England - Kongo 2-1 (0-1)
7' Brian Cipenga 0-1
75' Harry Kane 1-1
86' Harry Kane 2-1
Belgia - Senegal 3-2 eftir longda leiktíð (2-2 eftir vanliga leiktíð)
25' Habib Diarra 0-1
51' Ismaila Sarr 0-2
86' Romelu Lukaku 1-2
89' Youri Tielemans 2-2
120' Youri Tielemans, br. 3-2
Sí eisini: Kane bjargaði Onglandi - Lukaku og Tielemans bjargaðu Belgia
Meksiko - Ekvador 2-0 (2-0)
22' Julian Quiñones 1-0
31' Raul Jimenez 2-0
Týsdagin 30. juni
Frakland - Svøríki3-0 (1-0)
45' Kylian Mbappé 1-0
53' Bradley Barcola 2-0
74' Kylian Mbappé 3-0
Les eisini:
Fronsku stjørnurnar syftu Svøríki - Meksiko marsjerar víðari
Mbappé yvirhálaði Miroslav Klose - beint í hølunum á Messi
Fílabeinsstrondin - Noreg 1-2 (0-1)
39' Antonio Nusa 0-1
74' Amad Diallo 1-1
86' Erling Braut Haaland 1-2
Sí eisini: Noreg hevur vunnið fyrsta røkkstøkkdystin í endaspælssøguni
Niðurlond - Marokko 3-4 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
72' Cody Gakpo 1-0
90 (+1)' Issa Diop 1-1
Brotssparkskapping:
![]()
Sí eisini: Enn eitt evropeiskt land úti eftir brotsspørk
Mánadagin 29. juni
Brasil - Japan 2-1 (0-1)
29' Kaishu Sano 1-1
56' Casemiro 1-1
90 (+5)' Gabriel Martinelli 2-1
Týskland - Paraguay 4-5 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
42' Julio Enciso 0-1
54' Kai Havertz 1-1
Brotssparkskapping:
![]()
Sí eisini: Týskland úti eftir brotssparkskapping - Brasil haltaði seg víðari
Sunnudagin 28. juni (Los Angeles, USA)
Suðurafrika - Kanada 0-1 (0-0)
92' Stephen Eustaquio 1-0
Sí eisini: Kanda gjørdist fyrsta liðið í áttandapartsfinalunum
-------------------------------------------------------
Komandi dystir:
Fríggjadagin 3. juli
00.00: Portugal - Kroatia (Toronto, Canada)
04.00: Sveis - Algeria (Vancouver, Canada)
19.00: Avstralia - Egyptaland Egypt (Arlington, USA)
23.00: Argentina - Cape Verde (Miami, USA)
Leygardagin 4. juli
02.30: Kolumbia - Ghana (Kansas City, USA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald