
Tað gekk nærum sum eftir ánni fyrstu fimm umførini hjá Samuel Johansen Ckuwudi og SJK Seinajoki í fremstu finsku deildini. Fýra sigrar og ein javnleikur høvdu við sær, at SJK var oddalið.
KuPS hevði eisini 13 stig undan dystinum í gjárkvøldið, og harvið var talan um beinleiðis oddadyst í Kuopio. Hann vann heimaliðið 1-0. Samuel og teir megnaðu ikki at verja fyri beint fyri stegðin.
SJK er tó framvegis væl við á 1. plássi. og Samuel Chukwudi spælir fulla tíð í miðverjuni.
Hæddarpunkt frá í gjár síggjast her:
Fremad Amager er komið í trupulleikar. Liðið hjá Andrassi Johansen hevur nú tapt fýra av teimum seinastu seks dystunum og tveir lykladystir á rað.
Fyri einari viku síðani hevði man møguleika at leggja seg á odda í 2. Division við sigri á heimavølli, men Martin Agnarsson og Fremad Aarhus vunnu. Í gjár var lykladystur á Fjóni, tí tað var nummar tvey móti nummar trý - tvey lið flyta upp í næstbestu donsku deildina.
Tað eydnaðist Middelfart at vinna 3-1 á Fremad eftir 2-1 í steðginum. Andrass Johansen spældi seinna hálvleik. Hetta vóru fyrstu minuttirnar hjá 23-ára gamla føroyska miðvallaranum í einum mánaða.
Nú sjey umfør resta í, er Fremad tvey stig frá uppflytingini - Middelfart hevur 2. plássið og kemur til Amager um tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald