Fótbóltur

André Olsen í HB restina av árinum

André Olsen tók yvir í HB sum fyribils venjari eftir Sormani. Nú hevur hann skrivað undir við HB tað sum er eftir av kappingarárinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-24 13:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Venjaraspurningurin í HB er nú avgreiddur. HB og André Olsen hava skrivað undir sáttmála galdandi restina av árinum.

Harvið er greitt, at fyribils venjaratoymið, sum tók yvir eftir at italiumaðurin Adolfo Sormani legði frá sær fyrst í hesum mánaðinum, heldur fram.

Afturat sær hevur André Olsen Teit Matras Gestsson og Trónd Jensen sum hjálparvenjarar, Jens Martin Knudsen sum málmansvenjara og Áka Johansen sum greinara.

Tað hevur higartil gingið væl hjá André Olsen og toymi hansara. Á útivølli vunnu teir 1-0 móti Víkingi og á heimavølli megnaðu teir 1-1 móti KÍ.


Í morgin verður HB á vitjan við Løkin í Runavík móti NSÍ.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder