2026-06-18 18:11
HB hevur valt at enda samstarvið við André Olsen. Hesum boðar felagið frá seinnapartin.
- Eftir vánaligu gongdina seinastu tíðina, er avgerð tikin um at enda samstarvið millum HB og André Olsen, skrivar felagið.
- Vit fara nú at hyggja frameftir, og fara innan stutta tíð at seta nýggjan høvuðsvenjara, verður sagt úr HB.
HB hevur 15 stig og liggur á sætta plássi í landskappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald