
Wisla Plock hevur summ uppflytari fingið eina dreymabyrjan í Ekstraklasa.
Andrias Edmundsson og liðfelagarnir hava ikki himprast eftir uppflytingina frá fremstu pólsku deildini í summar. Í kvøld spældu teir fimta dystin og vunnu sín fjórða sigur.
Hetta var á heimavølli móti pólska stórfelagnum Legia Warszawa. Legia noyðist aftur til høvuðsstaðnum við ásannini um, at man ikki megnaði at skora móti Andriasi Edmundsson og teimum: Tað endaði 1-0 frammanfyri yvir 14.000 áskoðarum.
Toftamaðurin fær góð skoðsmál hjá teimum, sum geva metinginar um dystin - hann hevur tildømis næsthægst karakter hjá Flashscore og hevur serliga góð tøl, í mun til nærdystir og at rudda vekk.
Skíggjamynd: Flashscore
Andrias Edmundsson fegnast um einasta málið í dystinum: Miðverjumakkarin Marcin Kaminski skoraði hetta eftir deyðbólt
Stórir pólskir miðlar skriva eisini um, at Andrias Edmundsson hevði góðan møguleika eftir deyðbólt, og "at tað ikki eydnaðist hjá Legia at bróta ígjøgnum sterku verjuna hjá Plock".
Andrias er ein teimum trimum miðverjunum hjá bestu verjuni í bestu verjuni í deildini, og føroyski landsliðsprofilurin spælir 90 minuttir hvørja ferð.
Ein staðfesting av at føroyskir fótbóltsspælarar kunnu standa seg á stórum pallum. Ekstraklasa verður í løtuni mett at vera nummar 15 av ovastu deildunum í Evropa - beint frammanfyri donsku Superliguna.
Wisla er nummar eitt har í løtuni, trý stig eru niður til nummar tvey, og uppflytararnir eru einasta ósigraða liðið í ár. 24-ára gamli føroyingurin og teir suklu royna at halda stásið við líka. Næsta uppgáva verður mánakvøldið 25. august móti Zaglebie á heimavølli.
Dagført: 22.28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald