
Fríggjakvøldið vann Wisla Plock 3-1 á útivølli móti Wisla. Við hesum so at siga tryggjaði liðið hjá Andriasi Edmundsson sær pláss í play-off umfarinum.
Plock vil sjálvandi upp í bestu pólsku deildina. Í løtuni er man á 3. plássi - liðini frá 3. til 6. pláss koma í play-off. Trý umfør resta
Andrias fekk gult kort í sigrinum í síðstu viku men spældi ein góðan dyst í verjuni. So mikið góðan at 24-ára gamli toftamaðurin kom á vikuliðið fyri 31. umfar í næstbestu deildini.
Andrias Edmundsson er, eins og á landsliðnum, fastur maður hjá Plock. Liðið spælir aftur mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald