placeholder
Fótbóltur

Andrias Edmundsson dagsins spælari móti Juventus

Stinni føroyski miðverjin enn einaferð kosin besti maður hjá Hellas Verona - hesaferð móti størsta italska felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-05 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15 ferðir ruddaði hann burtur, tríggir nærdystir vóru vunnir, og seks ferðir vann toftamaðurin bóltin væl frá Juventus-spælarunum.

Tað var við beinleiðis frísparki, at Juventus skoraði sítt mál í 1-1 dystinum móti Hellas Verona. 

Sí hæddarpunkt frá dystinum sunnudagin ovast ella á Youtube-rásini hjá Serie A

Viðmerkjarar, hagtøl og fjepparar vísa á, at 25-ára gamli føroyingurin hjá niðurflutta Hellas Verona var stór orsøk til, at stórfelagið ikki fekk meira burturúr.

Og fjepparar hjá Hellas Verona hava annan dystin á rað kosið Andrias Edmundsson sum dagsins mann hjá liðnum. Hetta hevur Hellas Verona kunngjørt á Faceboon-síðu sínari.

[object Object]
Mynd: Hellas Verona

Les eisini: Andrias Edmundsson við at vinna stig á útivølli móti Juventus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder