Ikki síðani 14. desember hevur Hellas Verona roynt tað, sum liðið royndi í Bologna í dag: At smakka tað søta við einum sigri.
Tað gjørdu Andrias Edmundsson og hinir í gulum, hóast teir komu afturum tríggjar minuttir eftir steðgin.
Í 53. minutti javnaði verjuspælarin Martin Frese, og fýra minuttir seinni skoraði skotin Kieron Bowie til 1-2 í Bologna. Áleyparin kom til felagið beint áðrenn Andrias Edmunsson, og nú hava teir roynt at vunnið við Verona.
![]()
2-1 sigurin merkir, at Hellas Verona nú er sjey stig frá 17. plássi og bjargingini. Fiorentena liggur har í løtuni - tíggju umfør eru eftir í Serie A.
Andrias Edmundsson spældi aftur í dag 90 minuttir í miðverjuni hjá Verona og stóð seg væl. Sambært hagtalssíðunum, ruddaði hann millum burtur 13 ferðir.
Hellast Verona spælir aftur um eina viku, tá Genoa vitjar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald