Andrias Edmundsson varð mánadagin alment kunngjørdur sum Hellas Verona-spælari. Botnliðið í Serie A hevur keypt føroyingin fyri slakar 20 milliónir, og 25-ára gamli miðverjin skal ehava sín leiklut í bjargingarætlanini felagsins.
Verona er í løtuni aftast í fremstu italsku deildini, og høvuðsvenjarin er í vikuni uppsagdur. Andrias skal tó bara hugsa um at gera sítt í spennandi nýggju uppgávuni.
Les meira: Nýggja felagið hjá Andriasi skal hava nýggjan venjara
Sí eisini: - Hetta er tað størsta skiftið í føroyskum fótbólti
Byrjað verður við lykladysti móti Pisa í annaðkvøld. Bæði liðini hava 14 stig fyri 23 dystir og fýra stig eru upp til bjargingina.
Harvið skal Hellas Verona vinna sær trý stig í heimadystinum, og lykladystinum, fríggjadagin.
![]()
Trý tey niðastu liðini fara niðurí Serie B. 15 umfør eru eftir
Tað er ikki greitt, um Andrias Edmundsson byrjar inni, men tað er nú endaliga greitt, at føroyski landsliðsprofilurin er í dystarhópinum.
![]()
Hellas Verona legði fyri løtu síðani hesa myndina út (Mynd: Hellas Verona FC)
Verona spælir vanliga við trimum spælarum í miðverjuni. Nakað sum Andrias Edmundsson er vanir við frá Wisla Plock og frá landsliðnum. Tað gevur eisini uppaftur betri møguleika fyri nógvari spælitíð.
Hellas Verona og Pisa spæla í morgin, fríggjakvøldið 6. februar, klokkan 19.45 føroyska tíð.
Dysturin sæst á TV2 Play - hetta er stroymingartænastan hjá danska TV2. Millum annað tey, sum hava størsta pakkan hjá Televarpinum, hava atgongd til hetta.
Sí eisini: Segði at Andrias ongantíð fór at hava Superliga støði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald