Fótbóltur

Andrias Edmundsson sigraði í søguligum dysti

24-ára gamli toftamaðurin gjørdist í dag fyrsti føroyingur í fremstu pólsku deildini, tá Wisla Plock vann 2-0 á Korona Kielce. Andrias spældi allar 90 minuttirnar, og mótstøðuliðið fekk reytt kort.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-19 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta kappingarár var Andrias Edmundsson við at fáa Wisla Plock upp í bestu pólsku deildina. Í dag var so aðalroyndin hjá Andriasi í Ekstraklasa - og tann fyrsti dysturin nakrantíð hjá einum føroyingi í deildini, sum er í topp-15 í Evropa.

Hetta gekk heilt væl.

Andrias Edmundsson og Plock tóku ímóti Korona Kiekce, sum í summar hevur víst Áka Samuelsen stóran áhuga.

Útiliðið fekk tvey reytt kort - eitt longu í 7. minutti og hitt fimm minuttir eftir steðgin. Plock fekk brotasspark beint fyri steðgin og tók av ølllum hesum. Í 77. minutti økti Wisla Plock eisini til 2-0.

Harvið var Andrias við at halda málið reint - undir góðum umstøðum. Føroyski landsliðsmiðverjin spældi 90 minuttir sum ein av trimum miðverjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder