
- Skal eg taka tað á pólskum ella á enskum.
Soleiðis helt Andrias Edmudsson heldur skemtandi fyri, tá rásin hjá Wisla Plock fekk orðið á hann eftir 1-0 sigurin í gjár.
Toftamaðurin staðfesti síðani, at Wisla Plock spældi væl fyri steðgin, fekk sítt mál og síðani vardi væl.
Stutta prátið kann síggjast og hoyrast á Facebook-síðuni hjá Plock.
Andrias Edmundsson spældi sjálvur 90 minuttir í miðverjuni móti Arka Gdynia, ið er oddalið í næstbestu donsku deildini.
Arka fer at flyta upp, men á heimavølli í gjár megnaði liðið ikki at skora móti føroyska landsliðsverjuspælaranum og honum. EInasta málið í dystinum kom í 20. minutti.
Andrias stendur seg væl í Póllandi. Tvey umfør eru eftir av sjálvari kappingini. Tað er greitt, at eftir tey skal Wisla Plock spæla play-off um at flyta upp í bestu deildina.
Andrias hevur sjálvandi hug at koma á eitt hægri stig at spæla (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald