Fótbóltur

Andrias hevur fingið sáttmála uppá pláss í Póllandi

23-ára gamli toftamaðurin fer eitt stig upp í pólskum fótbólti og skal spæla við felagi, ið ætlar at berjast um uppflyting til bestu deildina. Talan er um tvey-ára sáttmála.

Andrias Edmundsson hevur staðið seg væl í Póllandi og hevur fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum seinasta árið. Miðverjin gav tó avboð til júst spældu venjingardystirnar - hetta í sambandi við skiftið hjá sær (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson hevur staðið seg væl í Póllandi og hevur fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum seinasta árið. Miðverjin gav tó avboð til júst spældu venjingardystirnar - hetta í sambandi við skiftið hjá sær (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-13 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann gav avboð til dystirnar í Baltic Cup, tí at sáttmálasamráðingar vóru í gongd við eitt felag í næstbestu deildini í Póllandi. Andrias Edmundsson hevur verið skaðadarvaður - serliga í tíðini í sponskum fótbólti - og óttaðist ein skaða undir landsliðstúrinum.

- Mín sáttmáli í Póllandi gongur út síðst í hesum mánaðinum. Í løtuni eri eg í samráðingum við eitt annað felag, har tað ikki vantar nógv í fyri at fáa tað síðsta uppá pláss. Talan er um ein rímiliga langan sáttmála við eitt gott felag í Póllandi. Um eg fari við landsliðnum nú og fái ein skaða, so standi eg við ongum. Tí metti eg, at tað var best, at eg ikki fór við.

Soleiðis segði Andrias sjálvur við Portalin fyri einari viku síðani. 

Sí eisini: Andrias gav avboð av serligum orsøkum

Nú frætta vit, at komið er undir land við samráðingunum. Talan verður um ein tvey-ára sáttmála við felag í næstbestu pólsku deildini - eitt felagið við ætlanum um at veruliga kappast um uppflyting.

Portalurin hevur ikki fingið navnið á felagnum upplýst, men sum skilst fer felagið at kunngerða føroyska miðverjan í vikuni - møguliga seinni í dag.

[object Object]
Andrias í einum av sínum fyrstu landsdystum - í Norðurmakedónia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson hevur seinasta árið spælt við MKS Chojniczanka í triðbestu pólsku deildini. Har hevur føroyingurin staðið seg væl, og tekur hann nú eitt fet upp á yrkisleiðini.

Gjøgnumbrotið á A-landsliðnum er eisini komið í hesi tíðini. Andrias spældi 90 minuttir í miðverjuni fimm dystir á rað undan avboðnum nú. Samanlagt er toftamaðurin skrásettur fyri 7 A-landsdystir,

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder