Fótbóltur

Landsliðsradio úr Slovakia hósdagin klokkan 11

Vit hoyra úr landsliðsleguni, og Trygvi Absalonsen fer saman við gestum at meta um útlitini í dystunum, umframt hvat rørir seg í føroyska fótbóltsheiminum - millum annað hvat flytingum viðvíkur.

Trygvi Absalonsen er aftur á ferð við FM1-mikrofonini á staðnum og fer fríggjakvøldið at siga frá - sum tann einasti á staðnum. Áðrenn tað eru tvær sendingar á staðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Trygvi Absalonsen er aftur á ferð við FM1-mikrofonini á staðnum og fer fríggjakvøldið at siga frá - sum tann einasti á staðnum. Áðrenn tað eru tvær sendingar á staðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-11 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kosice, Slovakia (Portalurin): Seinnapartin kom føroyski manslandsliðshópurin í fótbólti til næststørsta býin í Slovakia.

Har hevur venjing verið á skránni í kvøld, og gongd er á fyrireikingunum til týðandi Nations League-dystin móti Slovakia fríggjakvøldið klokkan 19.45. Talan er um næstseinasta dystin í bólkinum, har Føroyar stríðast fyri 2. plássinum og rættinum um at spæla um uppflyting til Deild B - og uppaftur størri dystir framyvir.

Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar

(Moldova - Kasakstan)

6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar

(Kasakstan - Slovakia)

Støðan: 
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig 
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig

Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.

FM1 og Portalurin eru við á ferðini og dekka dystirnar, har Føroyar spæla um møguligt uppflytingarpláss, tætt

Sí eisini: Meinhard Egilsson aftur á landsliðnum: - Havi ikki kent meg so væl í longri tíð

Í morgin, hósdagin 12. november, klokkan 11 er beinleiðis sending á skránni úr Slovakia.

Har fer Trygvi Absalonsen saman við gestum at meta um útlitini í dystunum, umframt hvat rørir seg í føroyska heiminum. Vit hoyra sjálvandi eisini úr landsliðsleguni.

Lurta her ella á frekvensunum kring landið

------------------------------------------------------

Full sendiskrá í Slovakia (FM1):

Hósdagin 12. november 
Klokkan 11: Landsliðsradio úr Slovakia

Fríggjadagin 13. november
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.30: Slovakia - Føroyar

Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá á staðnum - sum tann einasti

Hoyr FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder