Kosice, Slovakia (Portalurin): Eftir tveir fínar flogtúrar var tíðin búgvin til, at nakrir av teimum bestu føroysku fótbóltsspælarunum aftur fóru í gaggurnar.
Í mun til á Tórsvølli, var talan um gras. Heldur ivasamt ljós men annars fínar umstøður hjá Føroyum.
Fríggjakvøldið klokkan 19.45 bíðar næstseinasti dysturin í Nations League-kappingini 2026, tá oddaliðið Slovakia tekur ímóti.
Les meira um støðuna og um FM1-skránna í Slovakia her
Samuel Johansen Chukwudi var ikki á grasinum í kvøld. Høgi miðverjin hevur spælt fulla tíð í hvørjum dysti í Eysturríki síðani seinast harav 120 minuttir í einum steypadysti. Geza David Turi og Odmar Færø fullførdu ikki venjingina - allir burdu tó verið til reiðar fríggjadagin.
Sí eisini: Meinhard Egilsson aftur á landsliðnum: - Havi ikki kent meg so væl í longri tíð (Video)
Sí myndir niðanfyri, sum Sverri Egholm tók í Slovakia í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald