
Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Wisla Plock síðani afturvendanina til Ekstraklasa. Liðið vann í gjár 2-1 á Zaglebie Lubin og hevur harvið 16 stig eftir 6 dystir.
Flotta gongdin er eisini galdandi fyri Andrias Edmundsson, sum hevur spælt allar seks dystirnar á tamb í miðverjuni hjá Wisla. Liðið hevur bert latið trý mál inn higartil.
Í sambandi við leiðslumálið í gjár hjá Lubin, megnaði Andrias ikki at koma fyri skotið. Hetta sæst eftir hálvan minutt í videobrotunum omanfyri. Annars spældi føroyingurin aftur væl.
Málið kom í 20. minutti, og so tók Wisla veruliga yvir. Í 57. minutti javnaði heimaliðið eisini við brotssparki, og í síðsta minutti í yvirtíðini - í 93. minutti, smekkaði Iván Salvador bóltin í netið til 2-1. Hetta var eftir, at innlegg hjá Andriasi varð ruddað beint útum brotsteigin.
Sí hæddarpunktini ovast ella her
Fýra stig eru niður til Gornik Zabre á 2. plássi í fremstu pólsku deildini. Fríggjakvøldið spæla Andrias og teir á útivølli móti einum av niðaru liðunum, Arka. Síðani er landsliðssteðgur, har 24-ára gamli toftamaðurin skal royna at gera mun aftur fyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald