Andrias Edmundsson hevur havt eitt frálíkt fótbóltsár. 24-ára gamli toftamaðurin hevur verið lyklaspælari í søguliga góðum ári hjá føroyska landsliðnum og eisini í uppflyting hjá Wisla Plock og síðani góðari gongd í Ekstraklasa.
Nú Plock hevur spælt sín seinasta dyst í 2025, liggur liðið á 1. plássi í sterku pólsku deildini. Tað endaði 1-1, tá Wisla Plock var á vitjan hjá Korona Kielce. Lukasz Sekulski legði útiliðið á odda við flottum máli í 13. minutti, men Kielce javnaði á heldur hepnan hátt í 84. minutti.
Sí hæddarpunkt niðanfyri:
Sigrin gjørdi, at Wisla Plock kom upp á 1. plássi í Ekstraklasa aftur. Liðið hjá Andriasi Edmundsson hevur spælt heldur nógva javnleikir í seinastuni - fimm á rað - men hevur ikki tapt síðani í seinnu hálvu av september.
Tað er tætt í oddinum, og um Rakow og/ella Jagiellonia vinna í útsettum dystum í næstu viku, so yvirhálað tey Plock. Men eitt ógvuliga flott kappingarár higartil hjá uppflytarunum, sum byrja aftur í 2026 móti júst Rakow (1. februar).
Og Andrias Edmundsson? Hjá Plock snýr tað seg um at halda føroyinginum í felagnum. Hann er týðandi partur av, eftir tølunu, greitt bestu verjuni í Póllandi: Wisla Plock hevur bert latið 12 mál inn í 18 dystum (einki annað lið er undir 20 mál ímóti)
Høgi miðverjin heldur fram við sínari menning, spælir 90 minuttir hvørjaferð og ger tað ferð eftir ferð væl. Aftur í gjár fekk toftamaðurin góð skoðsmál, og áhugi er ymsastaðni fyri framfýsna føroyinginum.
![]()
Andrias Edmundsson fegnast her eftir søguliga 4-0 sigurin á Montenegro 9. oktober (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald