Innlegg, spentar støður frammanfyri georgiska málið og nakrir veruligir møguleikar. Men hóast gott føroyskt spæl í fleri førum gekst illa at fáa málið.
Men tað gekk. Føroyar fóru eftir tí, og beint sum stadionurið vísti 90 minuttir brast fyri nev:
Gott spæl í vinstru, innlegg frá liðskiparanum Áslu Johannesen, georgar fyri í fyrstu syftu, men ein føroyskur spælari var fyrstur á bóltinum.
Talan var Annu Carolinu Brændstrup, sum kom inn í 73. minutti. Hon er uppvaksin í Danmark og spælir í portugisikum fótbólti (Gil Vicente), og nú vísti hon máltev í avgerandi løtu.
Anna skoraði eisini í venjingardysti á Kypros, og nú tryggjaði málið Føroyum trý stig móti Georgia.
Trý stig, sum vóru uppiborin eftir leikgongdini. Georgia hevði so at siga ikki ein málmøguleika í dystinum, og í sjey-minutta longu yvirtíðini, vísti Birita Ryan sínar dygdir. Miðverjin vardi ógvuliga væl fyri tveimum støðum, sum kundu givið mál - serliga tí fyrra har Birita tveitti seg fyri og blokeraði einum skoti í brotsteignum.
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald