Nú er greitt, at fyrri landsdysturin á venjingarleguni hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Sameindu Emirríkjunum verður ímóti Singapor hósdagin 26. mars í Dubai.
Tað skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu síni.
Tað verður í døgunum 23. til 31. mars, at manslandsliðið fer á venjingarlegu í Sameindu Emirríkjunum.
Umframt dystin móti Singapor verður spælt móti Emirríkjunum mánadagin 30. mars.
Singapor og Emirríkjini eru nummar ávikavist 148 og 68 á FIFA-styrkilistanum. Føroyar eru í løtuni nummar 125 á listanum.
Venjingarlegan í Sameindu Emirríkjunum er týðandi partur av fyrireikingunum til UEFA Nations League 2026-2027, sum verður spælt í heyst, og lutakastið til UEFA Nations League verður í Brússel í næstu viku, hósdagin 12. februar.
Í juni verða aftur tveir venjingardystir á skránni, men hvørji mótstøðulondini vera, er ikki komið uppá pláss enn, skrivar Fótbóltssambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald