
At ganga í føroyskum klæðum á ólavsøku er púra vanligt - serliga fyri ein havnarmann.
Vit hittu eisini Ára Mohr Jónsson á hendan hátt til fótbóltsdyst í Gundadali í gjárkvøldið, har TB óvæntað vann 2-0 á B36.
Men sum Ári segði sjálvur: - Hetta er heilt "stille og roligt" frá okkara síðu.
Onkur annar skýrir tað sum ein "hálv ólavsøka" hjá teimum, sum eru tilknýtt HB-hópinum og ferðalagnum, sum klokkan seks í morgun fór úr HB-húsinum vestur á flogvøllin. Ørindini eru at spæla seinna Conference League-dystin móti Brøndby.
Sí eisini: Eingin midnáttarsangur hjá HB'arunum í ár
HB-ferðalagið á flogvøllinum í morgun (Mynd: RS Media/Havnar Bóltfelag)
Portalurin prátaði við Ára, beint eftir at hann var í práti við ein javngamlan vinmann, sum núverandi HB-vongurin hevur spælt saman við í ungdómsdeild felagsins (mynd ovast). Og Ári Mohr Jónsson staðfestir, at nógv hava heilsa uppá og róst avrikinum og úrslitinum (1-1) á Tórsvølli hóskvøldið
- Nógv fólk eru komin yvir at heilsa uppá, ynskt tillukku og sagt at tað var eitt flott úrslit. Fleiri danir hava eisini skrivað, og teir eru bergtiknir av okkara avriki.
Nú 31-ára gamli havnarmaðurin spældi sum yngri eisini nøkur ár í Silkeborg og kennir tí mong í danska fótbóltsumhvørvinum. Hóast góða heimadystin og góða útgangsstøði slær Ári fast, at nógv arbeiði skal gerast afturat fyri at HB skal hava ein møguleika afturat.
- Tað skal ein ordans innsatsur til, um vit skulu "yvirraska" aftur. Vit skulu í stóran mun gera tað sama sum á Tórsvølli og royna at halda nullið so leingi sum gjørligt. Tì so kemur eitt ordans trýst á Brøndby.
HB'arnir fagnaðir eftir 1-1 javnleikin í fyrra dystinum móti danska stórfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)
- Alt kann henda í fótbólti og vit trúgva 100 prosent uppá tað, staðfestir HB-spælarin at enda.
Hoyr samrøðuna við Ára Mohr Jónsson, sum varð gjørd ólavsøkuaftan, ovast.
HB spælir á Brøndby Stadion hóskvøldið klokkan 18.30 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald