Fótbóltur

Árni Frederiksberg: - Fantastiskt at vera saman við so nógvum føroyingum her

Næstan sum á ólavsøku at man møtir føroyingum allastaðni - eg trúgvi so nógv uppá hetta liðið, at vit vinna við 2-3 málum í kvøld og koma víðari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-20 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Noreg, Olso (Portalurin): Ein av mongu spentu føroysku fjepparunum í Oslo - og ein av mongu fótbóltsspælarunum her - er Árni Frederiksberg.

Profilurin hjá KÍ og á landsliðnum hevur notið dagarnar her og er hásur eftir mongu rópini í høllini. Hann hevur sjálvur vunnið stórt á Montenegro fyri kortum, og lýsir løtuna sunnudagin sum fantastisk:

- Tá hesir, ungu menninir, sum teir eru, simpulten hølvaðu Montenegro sundur. Tað var ein fragd at hyggja eftir.

Árni eigur eina gullmedalju frá dreingir 14 við Tjaldrinum. Hann tippar ein sigur á 2-3 máls sigur á Slovenia í kvøld, so Føroyar koma víðari.

Sí samrøðu ovast

Les eisini: Seinasta og avgerandi umfarið: Føroyar hava alt í egnum hondum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder