
Árni Frederiksberg spældi í dag sín 15. A-landsdyst, og hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál - á Tórsvølli og yvirhøvur.
Hetta var á ein hátt, sum so at siga bert Árni kann: Við beinleiðis hornsparki.
Árni Frederiksberg var nær við frammanundan og rakti sum heild ikki deyðbóltarnar so væl sum vant: Men tjúgu minuttir fyri leiklok bragdaði (Myndir: Sverri Egholm)
Patrik Johannesen kom í 65. minutti á vøllin inn til sín A-landsdyst nummar 26. Tvøramaðurin skoraði einsamalla málið í einum venjingardysti móti Liktenstein í 2022 - í dag skoraði áleyparin sigursmálið.
Hann setti fótin á eftir ógvuliga gott uppspæl, og so var stórur føroyskur fagnaður. Patrik er í gongd við eitt frálíkt kappingarár, og
Patrik Johannesen avgjørdi dystin eftir 85 minuttir - og eftir gott, hart innlegg frá Jóannes Kalsø Danielsen (Myndir: Sverri Egholm)
HM-undankappingin, 3. umfar
Tòrsvøllur, 9. juni
Føroyar - Gibraltar 2-1 (0-1)
23' James Scanlon 0-1
71' Árni Frederiksberg 1-1
86' Patrik Johannesen (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-1
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson, Adrian Justinussen - Páll Klettskarð
Hesir komu inn í 2. hálvleiki:
65' Daniel Johansen, Hanus Sørensen og Patrik Johannesen
74' Jóan Símun Edmundsson
89' Jákup Biskopstø Andreasen
Les meira um dystin her: - Føroyar vendu tí seinastu minuttirnar á Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald