Sum 16-ára gamal skifti hann úr Skála til Kristiansund (KBK). Har hevur ungi føroyski vongurin vant nógv við besta liðnum og spælt venjingardystir fyri liði, sum spælir í bestu norsku deildini.
Aron Benjaminsen hevur tó ikki spælt kappingardystir fyri besta liðið hjá KBK. Tað hevur U19- og U21-landsliðsspælarin gjørt við næstbesta liðnum, men nú er greitt, at Aron flytir aftur til Føroyar at spæla vaksnamannafótbólt.
Hetta til Víking sum hevur keypt strandingin leysan frá norskum fótbólti.
Tað hevur Portalurin frætt frá fleiri góðum keldum. Sum skilst hevur Aron Benjaminsen skrivað undir trý-ára sáttmála í Sarpugerði.
![]()
Aron Benjaminsen (nummar 17) eftir sigursmálið hjá føroyska U21-landsliðnum móti Estlandi í fjør. Tað var Aron, ið vann Føroyum brotssparkið (Mynd: FSf)
Víkingur hevur ikki serliga breiðan hóp, og spenanndi ungi vinstrabeinti vongurin skal gera mun fyri liðið úr Eysturkommunu, sum endaði nummar fýra í fjør.
Har vann pápi hansara, Fróði Benjaminsen, FM í 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald