Eftir steðg í ein lítlan mánað, fer bólturin í MeistaraDeildini hjá monnum á rull aftur ólavsøkuaftan klokkan 19, tá B36 og AB bresta saman í ársins ólavsøkudysti, sum verður á Ovara vølli í Gundadali.
Samstundis er tíðin komin til at velja besta spælara í juni og juli mánaði.
Teir tilnevndu eru Aron Benjaminsen úr Víkingi, Mathias Voss úr HB og Petur Knudsen úr NSÍ.
Allir tríggir hava staðið seg avbera væl og víst framúr avrik seinastu vikurnar, og eru tí í uppskoti til heiðurin.
Atkvøðugreiðslan fer fram á Sona appini, og atkvøðast kann til fríggjadagin 31. juli á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald