Leygarkvøldið spældi Mattias Hellisdal á A-landsliðnum á fyrsta sinni. Í gjárkvøldið byrjaði 20-ára gamli miðvallarin inni í Moldova, og tveir komu inn til ein á A-landsdyst á fyrsta sinni.
Sí eisini: Áki Samuelsen skoraði fyrsta landsliðsmálið - Mattias Hellisdal fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum
Talan er um 22-ára gamla Emil Weihe Joensen úr NSÍ og 18-ára gama Aron Benjaminsen úr Hearts.
Teir komu á vøllin samstundis, tá 84 minuttir vórðu spældir á Chisinau leikvøllinum. Tá var støðan 1-1, og tað endaði eisini 1-1 í Nations League-dystinum.
Emil Weihe Joensen, ið sum ungur hevur spælt við fleiri føroyskum feløgum, var eisini í hópinum til venjingardyst í Nations League fyrr í ár. Hann hevur seinastu tvey kappingarárini staðið seg væl á sentrala miðvøllinum hjá NSÍ og var millum annað við í flottu evropeisku gongdini í sumamr. Í gjár avloysti hartarbeiðandi miðvallarin hjá oddaliðnum Mattias Hellisdal. Emil vann bóltin nakrar ferðir í seinastu løtuni, tá føroyingar vóru kroystir.
![]()
Emil Weihe Joensen sæst her heilsa uppá føroyskar áskoðarar eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Aron Benjaminsen kom á vøllin fyri Áka Samuelsen. Kviki høgri vongurin er uppvaksin á Strondum og í Skála ÍF, og hevur verið í norska Kristiansand, áðrenn hann skein í Víkingi og síðani seldur til skotska Hearts.
Aron er yngsti A-landsliðsspælarin síðani Brand Hendriksson Olsen í 2014. Hann var fyrst við U21-landsliðnum í Estlandi í síðstu viku, har stjørnuskotið skeyt tvey mál, áðrenn boð komu úr A-landsliðsleguni. Aron Benjaminsen var nær við at koma til skotstøðu í brotsteignum hjá Moldova seint í dystinum - spennandi spælarin fekk ikki nógva tíð at vísa seg fram.
![]()
![]()
Fyrstu A-landsliðsminuttirnar í beinini - í morgin spælir U21-landsliðið týðandi dyst uttan Aron Benjaminsen (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Marrukendur hálvur tími kostaði sigurin í Moldova
Sambært yvirlitinum hjá FSF hava nú 202 spælarar spælt fyri A-landsliðið hjá monnum í skrásettum dystum.
Eyðun Klakstein: Teir funnu flog - vit koma ikki burturúr tí (Video)
Føroyska ferðalagið kom longu uppá pláss í Føroyum í nátt. Fríggjadagin bíðar oddaliðið í bólkinum, Slovakia, á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald