Arsenal er ógvuliga nær fyrsta meistaraheiti felagsins síðani 2004. Tá kundu Arsenal-fjepparar fegnast eftir søguligt kappingarár, har liðið hjá Arsené Wenger, við spælarum sum Thierry Henry, Patrick Viera, Dennis Bergkamp, Sol Campbell og Ashley Cole fór ósigrað gjøgnum kappingarárið.
Við 1-0 sigrinum á Burnley í gjárkvøldið, hevur Arsenal nú 82 stig fyri 37 dystir. Tað eru fimm stig fleiri enn Manchester City, sum hevur spælt 36 dystir.
![]()
![]()
Kai Havertz skoraði málið hjá Arsenal - eftir horna. Seinni í dystinum burdi týskarin kanska verið útvístur fyri ófantaliga takkling (Myndir: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)
Hetta merkir, at um Manchester City ikki vinnur útidystin móti Bournemouth, sum framvegis kann røkka Champions League-plássi, so er Arsenal enskur meistari.
City vann FA Cup síðsta vikuskifti, og sambært bretskum miðlum er Pep Guardiola á veg úr felagnum. Steypavinnararnir spæla móti Bournemouth klokkan 19.30 (dysturin sæst á Amazon Prime).
Tottenham og Chelsea spæla klokkan 20.15. Tottenham kann, eftir eitt tungt kappingarár, tryggja sær sæti í deildini 2026/2027 við sigri. Dysturin sæst á Viaplay/See.
38. og seinasta umfar í Premier League er á skránni sunnudagin, tá allir dystirnir byrja klokkan 15. Arsenal spælir móti Crystal Palace tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald