Eftir ætlan skuldi MeistaraDeildin 2026 verið sparkað í gongd í annaðkvøld, fríggjakvøldið 6. mars klokkan 18:30.
Men orsakað av keðiligari verðurforsøgn, hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at dysturin millum AB og B68, sum skuldi vera Inni í Vika á Argjum í annaðkvøld, verður fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45.
Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari verða sum upprunaliga ætlað spældir sunnudagin 8. mars. Í Sørvági fær 07 Vestur vitjan av KÍ, NSÍ og Víkingur møtast í Runavík, B36 og EB/Streymur spæla í Havn, og á Skála fáa skálamenn vitjan av HB.
Allir dystirnir, uttan dysturin undir Mýruhjalla á Skála, byrja klokkan 15. Á Skála verður fyrsta bríksl klokkan 17:15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald