Fótbóltur

Ársins fyrsti møguleiki at spæla seg í deildarspæl er í dag

Meistaraliðið úr Føroyum ella úr Litava sleppur í 3. umfar í Champions League og tryggjar harvið evropeiskt deildarspæl. Avgerandi dysturin byrjar klokkan 17.00 og kann stroymast fyri eitt gjald á heimasíðuni hjá KÍ.

Málleysur javnleikur í fyrra dystinum og harvið litavar í lítlum favorittleikluti í kvøld. Umstøðurnar burdu tó hóska Jóannes Kalsø Danielsen og KÍ væl (Mynd: Sverri Egholm)

Málleysur javnleikur í fyrra dystinum og harvið litavar í lítlum favorittleikluti í kvøld. Umstøðurnar burdu tó hóska Jóannes Kalsø Danielsen og KÍ væl (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-29 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2019 eydnaðist tað hjá KÍ at senda lið úr Litava úr 1. umfari í European League, og í 2023 vann KÍ seg í 3. umfar í Champions League og harvið evropeiskt bólkaspæl á fyrsta sinni við útisigrum á Ferencvarosi og BK Häcken.

Nú eitur tað deildarspæl, men fyritreytirnar eru tær somu sum fyri trimum árum síðani. Føroyameistararnir komu víðari í 1. umfari í Champions League við tveimum 2-1 sigrum á Atert Bissen úr Luksemborg, og um tað eydnast at vinna í Litava í kvøld, er KÍ í 3. umfari - og tryggjað eitt evropeiskt deildarspæl.

Les eisini: Nú skal KÍ vinna í Litava

Tá man er komin víðari eina ferð í Champions League eru tríggir møguleikar at spæla seg í deildarspæl. Harvið er tað ikki alt ella einki hjá KÍ, men vinnur Kauno Zalgiris í kvøld, er ein av møguleikunum burtur - og tað gerst ikki lættari eftir hetta.

Magnus Powell staðfesti eisini undan fyrra dystinum, at hendan uppgerðin er besti møguleikin hjá liði hansara at vinna seg í eitt deildarspæl. Útgangsstøði er ikki tað besta eftir 0-0 í Klaksvík í síðstu viku, men tað er gjørt fyrr við júst tí sama útgangstøðinum eftir heimadyst fyrst; móti Ferncvarosi og BK Häcken.

Tað hongur tó kanska nógv saman við, hvønn leiklut Árni Frederiksberg kann hava. Vandamikli vongurin og javnsetti evropeiski toppskjúttin í føroyskum fótbólti fór út við vøddatrupulleikum eftir hálvan tíma í Klaksvík - men mest sannlíkt nóg rættstundis til at 7'arin spælir í kvøld. Spælarar sum Jákup B. Andrasen og Odmar Færø eru úti við skaðum, meðan René Shaki Joensen kann fáa ein leiklut fyri fyrstu ferð í ár.

Viðmerkjarar: Møguleikarnir hjá KÍ eru munandi størri enn við Árna

[object Object]
Páll Andrasson Klettskarð og hinir vandu á leikvøllinum í Jonava ólavsøkuaftan (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

At teir hjá Kauno Zalgiris vóru nøgdir við 0-0 í Klaksvík var týðiligt. Nú skal litaviska meistaraliðið leypa meira á í favorittleiklutinum á pappírinum- tó ikki á egna heimavølli, tí ein Pitbull-konsert er í Kaunas.

Dysturin verður spældur í Jonava - á grasi men ikki í meira enn umleið tjúgu hitastigum. Kauno Zalgiris fekk frí síðsta vikuskifti vegna týðandi evropeisku uppgávuna.

Myndir: KÍ'arnir til reiðar til lagnudyst í Litava

Har er alt uppá spæl, tó at evropeiski dreymurin ikki er liðugur hjá tapandi liðnum í Litava. 

Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð og kann stroymast fyri eitt gjald á heimasíðuni hjá KÍ

--------------------------------------------------------------

Champions League 2. umfar
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli í Jonava
17.00: Kauno Zalgiris - KÍ (0-0)

Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og skal við vissu spæla okkurt evropeiskt deildarspæl í heyst og í vetur

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - dysturin kann stroymiast fyri eitt gjald á tv.ki.fo



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder