Kosice, Slovakia (Portalurin): FM1 fer í dag at hava fótbóltssending og frásøgn beinleiðis úr Slovakia í sambandi við landsdystin - hetta sum tann einasti miðilin.
Hoyr eisini: Hanus Sørensen: - Eg hopi tað verður stong inn hesuferð
Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá dystinum á staðnum - sum tann einasti miðilin.
Í dag senda vit Fótbóltsskýlið klokkan 17.15, har hugt verður fram ímóti dystinum, og frá klokkan 19 eru vit beinleiðis á leikvøllinum, har Trygvi Absalonsen aftur verður til reiðar við mikrofonirnar.
Sendiskrá í Slovakia fríggjadagin 13. november:
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.45: Slovakia - Føroyar - upptakt frá klokkan 19.00
Hoyr sendingina frá í gjár: - Úrslitini næstu dagarnar kunnu lyfta A-landsliðið uppaftur meira
--------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald