Stóra tiltakið "Ársins spælari" sum FM1 seinastu nógvu árini hevur skipað fyri, verður í dag klokkan 15.
Heimligu kappingarnar eru av. Føroyameistararnir eru funnir hjá kvinnum og monnum og tað eru steypavinnararnir eisini. Nú er tíð til at gera upp og heiðra tey bestu.
Fleiri enn 20 heiðurslønir verða latnar teimum spælarum hjá kvinnum og monnum sum hava skarað framúr hetta kappingarárið.
Tiltakið verður á Hotel Hilton Garden Inn og verður sent beinleiðis á FM1. Á Portalinum verður livebloggur har fylgt verður við heiðurshandanini og myndir koma út so hvørt.
Tað eru liðskiparar og venjarar hjá feløgunum í bestu deildunum umframt landsliðsvenjari og miðlafólk sum atkvøða um, hvør skal kjósast í hesum ymsu bólkunum.
Fyrrverandi landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen verður eins og í fjør vertur til tiltakið.
Lurta á FM1 og fylg við livebloggi við teksti og myndum á Portalinum. Leygardagin 8. november kl. 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald