 
                
                        
Bæði feløgini fara eftir steypaheiti nummar sjey. Víkingur er 104 ár yngri enn KÍ, men hevur skapt sær eina góða steypasiðvenju - í fótasporinum á GÍ sum eisini vann steypakappingina seks ferðir.
Tey hava spælt móti hvørjum tvær ferðir í steypafinalu. Í tøttum dystum er tað koppað hvør sín veg, KÍ 2016 eftir brotsspørk og Víkingur 2022 við brotssparki sum einasta málið.
Les meira: KÍ og Víkingur fyi triðju ferð í finaluni
Bæði hesi árini hevur tapandi liðið í steypafinaluni vunnið FM. Í ár kemur KÍ, eins og fyri trimum árum síðani, inn til steypafinaluni sum greiður føroyameistari og við krútsterkum liði.
Tað skal nógv til hjá Víkingi, sum ikki er á sama staði nú, sum í 2022. At liðið spældi ein javnleik í Klaksvík í síðsta mánaða, gevur tó helst eina størri tiltrúgv. Tað er tó ikki eydnast at skora móti tí sterka verjupartinum hjá KÍ í ár - tað skal liðið úr Eysturkommunu onkursvegna gera í kvøld.
Sí eisini: Stórt steypafinalukvøld á FM1
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/10/29/gallery-thumbnail/1667079678eogimy8ca0.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/10/29/gallery-thumbnail/1667079674izmeyvyx1r.jpg)
Í 2022 kundu Víkinga-fjepparar, spælarar og venjarar fegnast um steypagull eftir sigur á KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Júst í kommunini har Víkingur er eitt stórt savningarpunkt, verður nógv gjørt burturúr, og meginparturin av íbúgvunum har vera til staðar. Soleiðis er eisini í Klaksvík og Norðoyggjum, og tað er útselt á KÍ-plássunum á langsíðuni. Stórur áhugi er, og fjeppararnir kunnu gera avgjrt stóran mun.
Sí eisini - samrøður hjá FSF-Varpinum við fjepparar og spælarar hjá Víkingi:
Video: Alfred búði leingi í Leirvík men heldur við KÍ
Video: Salomon trýr altíð upp á Víking
Víkingar vilja gleða Eysturkommunu - KÍ'arnir klárir at fara í kríggj
Her sæst ein fjepparasamandráttur, sum Kringvarpið gjørdi frá serstaka degnum í 2016, tá KÍ og Víkingur brustu saman í steypafinalu:
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/10/25/gallery-thumbnail/17614133215ucoe9wqkc.webp)
KÍ vann FM í stórum stíli - ósigrað og alt. Í kvøld vilja teir í kongabláum lyfta enn eitt steyp (Mynd: Jens Kr. Vang)
Dysturin merkir sjálvandi nógv fyri liðini: KÍ kann krúna eitt flott ár, ósigrað á føroyskari jørð, við sínari fyrstu greipu á manssíðuni síðani 1999. Fyri Víking er tað týdningarmikið at halda fast í vinnarasiðvenjuni og eisini fáa betri fyritreytir næsta ár (pláss í 2. umfari í Conference League og meira pening).
Dysturin er eisini serstakur á tann hátt, at tað er seinasti dystur hjá Atla Gregersen á hægsta stigi í Føroyum. Bæði hann og Sølvi Vatnhamar spæla steypafinalu nummar 10 og fara eftir ávikavist 8. og 7. steypagullinum.
Les meira: Ein av teimum stóru takkar fyri seg á stóra pallinum
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/10/29/gallery-thumbnail/1667079662pnm1bt3tpo.jpg)
Í finalusigrinum í 2022 spældi Atli Gregersen ikki vegna leikbann. Nú spælir miðverjin sín seinasta dyst fyri Víking (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19 í kvøld, 31. oktober. FM1 sigur frá dystinum við upptakt frá klokkan 18. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald